Feb 19, 2008

Hug at hugsa

Hví deila tankar? Ja, man kundi eisini spurt hinvegin: Hví ikki?
Vit føroyingar verða ofta sagdir at vera afturhaldandi og lítið sigandi. Kanska vit hugsa, ístaðin fyri at tosa. Tað er jú ikki alt, sum skal út um varrarnar, kundi onkur sagt. Í hesum net-døgum, verður tað heldur spælt út á knappaborðið á telduni. Ja, man setur saman og skapar við fingrunum, eins og klaverleikarin. Øll løg hóvar ikki øllum, og soleiðis er tað nú einaferð, ella meir.
Hoyrdi herfyri onkran taka til: ein vinur hevur stundir, annars er hann bara kenningur. Ja, gott sagt og vert at umhugsa. Far og vitja, ring! Lat annað liggja eina løtu og far.
- Farin!